Teir 12 dreingirnir og venjari teirra, sum eru innibyrgdir í einum helli Tailandi, sleppa møguliga undan at skula kava fyri at sleppa út. Dreingirnir eru byrjaðir at fáa venjing í at kava, so at teir kunnu sleppa úr kilometra langa hellinum, sum teir hava verið innibyrgdir í í 11 dagar.
Vatnið er byrjað at fjarða, og vón er um, at tað minkar somikið nógv, at dreingirnir kunnu hava høvdið yvir vatninum, meðan teir ganga teir áleið 2 kilometrarnar út úr hellinum.
- Vatnið er fjarðað við 40 prosentum, sigur Poonsak Woongsatngiem frá tailendska innanríkisráðnum.
Neyðugt verður at royna at tøma helli so nógv fyri vatni sum gjørligt, áðrenn roynt verður at fáa dreingirnar út, skrivar TV2.
Tíðin rennur tó undan, og týdningarmikið er at fáa dreingirnar út áðrenn monsunregnið rakar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald