2019-07-14 20:43
Skiparin og 1. stýrimaður á Belbek vóru ávirkaðir av rúsdrekka, tá teir bóru við land í Kollafirði mikudagin.
Kringvarpið skrivar, at teir í rættinum fríggjadagin fingu bót og treytaða frádøming av vinnubrævinum. Tað merkir, at skiparin og stýrimaðurin kunnu arbeiða víðari, men at teir missa vinnubrøvini um teir fremja fleiri brot innan trý ár. Skiparin og stýrimaðurin fingu eisini eina bót á umleið 8000 krónur hvør, veit Kringvarpið.
Teir vóru dømdir fyri at hava eina promillu millum 0,2 og 1,2 stig.
Sjóvinnustýrið skal nú gera eina kanning av Belbek áðrenn tað aftur kann leggja frá landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald