Mentan

Trom góð skotsmál á IMDB higartil

9,2 stjørnur er tað, sum nakrir brúkarar á IMDB higartil hava givið føroysku krimirøðini. Eisini Ekko letur væl at

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-13 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn hevur hon - krimirøðin Trom - ikki ligið úti leingi, og tað er helst avmarkað hvussu nógv longu hava sæð allar seks partarnar, um eru 45 minuttir langir.

Men higartil eru tað 17 ummælarar, sum hava givið sína meining til kennar á filmsdatabasanum IMDB. 17 er ikki nógv at gera eina niðurstøðu út frá, men fyribils bendir tað á, at fólk dáma væl føroysku krimirøðina, sum er bygd á krimibøkurnar hjá Jógvani Isaksen.

Danski filmsmiðilin Ekko gevur eisini Trom góð skotsmál við fýra av seks stjørnum. Les ummæli her.

Allir partarnir av Trom síggjast á stroymingartænastuni Viaplay.

Sí eisini: Myndir: Trom og reyð langmotta í Løkshøll

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder