Løkshøll er í morgin partur av stásiligari undanmarathonsýning av fyrstu føroysku sendirøðini Trom.
Eysturkommuna og Runavíkar kommuna, sum hava stuðlað verkætlanini, eru samvertir fyri sýningini, sum er fyri innbodnum - leikarum í sendirøðini og manning annars.
Eftir vælkomu verða tríggir teir fyrstu partarnir sýndir. Síðani er ábit, og høvi verður at heilsa uppá fólkini handan røðina. Síðani verða tríggir teir seinastu partarnir vístir.
Teir seks partarnir eru umleið 40 minuttir hvør, og frumsýning verður á stroymingartænastuni Viaplay sunnudagin 13. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald