Uttanlands

Trump á jólavitjan hjá hermonnum í Irak

Trump sigur, at hann ongar ætlanir hevur um at taka hermenn úr Irak

2018-12-26 21:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og kona hansara, Melania Trump, eru farin at vitja amerikanskar hermenn í Irak.

"Trump og forsetafrúan Melania Trump eru farin til Irak "fyri at vitja okkara hermenn og hernaðarleiðarar og takka teimum fyri teirra tænastu, teirra offur og fyri at ynskja teimum eini gleðilig jól," skrivar Sarah Sanders, talskvinna hjá Trump, á Twitter.

Hetta er fyrstu ferð Trump vitjar amerikanskar hermenn, ið tæna í einum landi, ið er plágað av stríði og ósemju.

Forsetaflogfarið, Air Force One, lendi við hernaðarstøðina Al-Asad vestanfyri irakiska høvuðsstaðin, Bagdad, klokkan 16.16 føroyska tíð.

Á hernaðarstøðini heilsaði forsetin uppá hermenn og fundaðist við hernaðarleiðarar, skrivar DR.

Vitjanin í Irak kemur stutta tíð eftir, at Trump boðaði frá, at hann hevði avgjørt at taka allar amerikonsku herdeildirnar úr Sýria.

Les eisini: USA tekur allar herdeildir úr Sýria

Hendan avgerðin fekk amerikanska verjumálaráðharran, Jim Mattis, at leggja frá sær.

Les eisini: Trump valt fyribils verjumálaráðharra

Á vitjanuni í Irak segði Trump, at hann "als ongar ætlanir hevur um" at taka hermenn úr Irak.

Síðan USA byrjaði sonevnda stríðið móti terror í 2001, hevur tað verið siður at amerikanski forsetin vitjar amerikanskar hermenn í londum, ið eru rakt av kríggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder