Hvítu Húsini í Washington løgdu í gjárkvøldið út eina røðu við Donald Trump, forset, á almenna Twitter vangan hjá forsetaborgini.
Donald Trump kemur als ikki inn á ríkisrættarmálið, sum møguliga verður reist móti honum nú áðrenn hann fer frá í næstu viku.
Forsetin brúkar ístaðin røðuna til at fordøma harðskapin í farnu viku.
Les eisini: Donald Trump fyri ríkisrætt
- USA er ein tjóð, ið byggir á lógir. Øll, sum vóru við í álopinum á kongressina í farnu viku, skulu ábyrgdast fyri hetta, sigur Trump millum annað í røðuni.
Hann vísir eisini til, at ætlanir er at skipa fyri mótmælum í komandi viku.
- Einhvør amerikanari hevur rætt til at vera hoyrdur á virðiligan og friðarligan hátt. Tað er okkara grundlógartryggjaði rættur. Men eg við undirstrika, at tað skal ikki gerast við harðskapi, lógarbroti ella herverki av nøkrum slagi, sigur forsetin í røðuni, sum sæst herundir.
— The White House (@WhiteHouse) January 13, 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald