Amerikanski forsetin, Donald Trump, heðt í gjárkvøldið sína seinastu røðu undan miðskeiðsvalinum í USA, sum er í dag.
Røðan snúði seg í stóran mun um umvælda spegilsvatnið – ‘reflecting pool’ – í Washington D.C. og eitt sindur um fólkaflyting, amerikanskan búskap og kríggið í Iran.
Forsetin tosaði eisini um miðskeiðisvalið – tað týdningarmesta valið í lívinum, og at demokratarnir bjóða seg fram við teimum “vandamiklastu valevnunum nakrantíð.
Sambært tíðindamanninum hjá Berlingske í USA, Jacob Heinel Jensen, var talan um ein Trump-klassikara.
- Allir ráðgevarar og republikanararar handan leiktjøldini bøna og biðja forsetan um at halda seg til tey politisku málini, sum hava týdning fyri amerikanska veljaran. Men hann velur at tosa um spegilssvatnið, sigur tíðindamaðurin.
- Hetta styrkir søguna um ein forseta, ið hevur mist sambandið við fólkið. Men soleiðis er Trump. Ongin skal fortelja honum, hvat hann skal tosa um.
Ongir stórpolitiskir boðskapir komu fram í røðuni hjá forsetanum.
- Trump hevur eitt ótrúligt sjálvsálit, sum fær hann at trúgva, at hann veit best. Og ynskir hann at tosa um spegilsvatnið, so er tað tað, hann ger, sigur Jacob Heinel Jensen.
- Stategiskt er tað ein vanlukka, men nú fáa vit at síggja, hvat hendir á valinum týsdagin, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald