Innanlands

Tveir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

Í nátt og tíðliga í morgun vórðu tveir bilførarar skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við ferðsluóhappi

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-11-29 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt og tíðliga í morgun vórðu tveir bilførarar í Havn skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við einum ferðsluóhappi.

Tað fyrra var klokkan trý, har ein bilur rendi á ein garð í vesturbýnum. Førarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Løgreglan fekk boð um seinna óhappið beint fyri klokkan sjey. Persónurin, ið boðaði frá, segði seg hava hoyrt ein stóran brest, og tá viðkomandi hugdi útum, vísti tað seg at vera ein bilur, ið hevði rent á ein garð.

Talan var tó ikki um stóran skaða, hvørki á garði ella bili, tí bilurin koyrdi bert víðari. Nummarplátan varð tó avlisin, og skjótt fekk løgreglan fatur á føraranum.

Eisini hesin førarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Bíðað verður eisini eftir úrslitinum av blóðroyndini hjá honum.

Sostatt eru fimm bilførarar vorðnir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring hetta vikuskiftið. Leygarnáttina vórðu tríggir bilførarar nevniliga eisini skuldsettir. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder