Løgreglan í týska statinum Nordrhein-Westfalen váttar, at tey hava handtikið ein 26 ára gamlan sýriskan mann í sambandi við kníválopið í Solingen fríggjakvøldið.
Leikluturin hjá hesum persóninum í málinum verður kannaður, men sambært tíðindastovuni Reuters hevur maðurin játtað seg sekan.
Trý fólk - ein 56 ára gomul kvinna og tveir menn, sum vóru ávikavist 67 og 56 ár - vórðu dripin, og átta onnur vórðu særd, harav fimm vórðu álvarsliga løstað.
Í gjár varð boðað frá tveimum handtøkum í málinum, sum verður kannað sum yvirgangur.
Fyrst boðaði løgreglan frá, at mann hevði handtikið ein 15 ára gamlan persón, sum møguliga hevði samband við málið, og seinni varð boðað frá, at enn ein persónur varð handtikin.
Felagsskapurin Islamiskur Statur (IS) hevur tikið ábyrgdina fyri álopið.
Í fráboðan á boðtænastuni Telegram stendur m.a., at "ein hermaður úr Islamiskum Stati" framdi álopið "sum hevnd fyri muslimar í Palestina og allastaðni". Tað er tó ikki prógvað, at IS stendur aftanfyri, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald