Uttanlands

Týskland fær eisini nýggjan verjumálaráðharra

Talan er um forkvinnuna hjá kristin-demokratunum. Hon avloysir Ursula von der Leyen, ið er farin í starv í ES

Merkel og Kramp-Karrenbauer - Mynd: Scanpix

Merkel og Kramp-Karrenbauer - Mynd: Scanpix

2019-07-24 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggju verjumálaráðharri var svorin í eið í USA í dag, og eisini í Týsklandi er nýggjur ráðharri innsettur. Fyrr í mánaðinum varð Ursula von der Leyen vald til forkvinnu í EU-nevndini. Hetta hevði við sær, at ein annar persónur skuldi yvirtaka embæti hjá von der Leyven í Týsklandi.

Les eisini: USA fingið nýggjan verjumálaráðharra í dag
                 Ursula von der Leyven vald til nýggja forkvinnu


Í dag er kunngjørt, at tað verður Annegret Kramp-Karrenbauer, sum verður nýggjur verumálaráðharri í Týsklandi. Hon er leiðari í CDU, ið er størsti flokkurin í Týsklandi. Kristiligi-demokratiski flokkurin er flokkurin hjá Angelu Merkel, og tað hevur verið væntað at hon, eins og hon hevur gjørt í CDU, í framtíðini fer at taka yvir sum kanslari fyri Merkel. Seinastu tíðina hava nógv í Týsklandi havt á orðið, at 65-ára gamla Merkel ikki tykist at vera heilt væl fyri.

56-ára gamla Kramp-Karrenbauer varð fyrr í dag svorin í eið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder