Innanlands

Um 40 vaktarfólk á útferð eftir lokið summar

At taka væl ímóti ferðafólkum og øðrum vitjandi er ein av ólønt tænastunum í fólkakirkjuni. Tey, sum hava hetta til uppgávu í Christianskirkjuni, fóru Norður um fjall herfyri

Christianskirkjan er opin fyri ferðafólkum frá 1. mai til 30. september

Christianskirkjan er opin fyri ferðafólkum frá 1. mai til 30. september

2024-10-18 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkakirkjan: 24. september varð skipað fyri útferð fyri tey, sum sita vakt summarhálvuna í Christianskirkjuni í Klaksvík. Útferðin var í Hvannasundi og á Viðareiði.

Nógvar eru tær óløntu tænasturnar í fólkakirkjuni. Ein er at taka væl ímóti ferðafólkum og øðrum vitjandi, sum vilja síggja Christianskirkjuna. Gestirnir vilja bæði síggja sjálva kirkjuna og listaverkið í kirkjukjallaranum. Umráðandi er, at vitjandi kenna seg væl og verða væl vegleidd; tí eru umleið 40 sjálvboðin fólk, sum hvørt summar hava kirkjuna opna.

Tíðarskeiðið, sum Christianskirkjan er opin fyri ferðafólkum, er fimm mánaðir, rrá 1. mai til 30. september.

Opið er gerandisdagar frá klokkan 10 til 16, og leygardag frá klokkan 10 til 13. Sunnu- og halgidagar er kirkjan ikki opin fyri ferðafólki sum so, tí tá verður kirkjan brúkt til gudstænastur og kirkjuligar handlingar. Tó eru ferðafólk sjálvandi altíð vælkomin í kirkju.

Summarið í ár hava tilsamans um 8-9.000 vitjað kirkjuna.

Væleydnað útferð norður um fjall

Sum nevnt, er vaktarhaldið ólønt, men ístaðin verður gjarna skipað fyri eini útferð fyri vaktarfólkið.

Henda týsmorgunin møttu vaktarfólkini uttanfyri Christianskirkjuna klokkan 10. Tá ið øll høvdu funnið sær sess í bussinum hjá "Askham bussum", helt Øssur Kjølbro, prestur fyrst eina stutta andakt, og síðani sungu vit "Faðir, fylg mær henda dag".

Við vóru um 40 fólk. Skipað var soleiðis fyri, at øll vaktarfólkini skuldu sleppa við, samstundis sum kirkjan var opin. Tí vóru fýra onnur sjálvboðin spurd um at "sita vakt" í kirkjuni henda dagin.

Leiðin gekk norður um fjall, fyrst norður í Sund, har Jóannes Purkhús greiddi frá um Hvannasunds kirkju. Hvannasund er ikki gomul kirkjubygd; kirkjan er bygd í 1949, men fólk eru góð við hugnaligu kirkjuna og taka væl undir. Møguleikarnir fyri fjølbroyttum virksemi øktust eisini munandi, tá ið snotiligt og praktiskt kirkjuhús varð bygt beint við síðuna av kirkjuni fyri ikki so nógvum árum síðani.

Síðani varð koyrt norður til Viðareiðis – ella út til Viðareiðis, sum tað verður sagt í Hvannasundi. Har stóð Jóannes Purkhús aftur fyri okkum í kirkjuni. Viðareiðis kirkja er frá 1892, og prestur greiddi frá fleiri spennandi søgum. Eitt nú um tann (kanska) elsta kirkjulutin í landinum, eitt krusifiks frá 1550. Og um serstaka kirkjusilvurið, ið bretska stjórnin lat sum gávu afturfyri hjálpina, tá ið enska briggin "Marwood" sakk eystanfyri bygdina.

Eisini á Viðareiði er nýliga bygt; so seint sum í fjør varð nýggj forkirkja við vesi og goymslu bygd uppí vestara skjøldur á kirkjuni, og nýggja skjøldurin hevur Edward Fuglø, listamaður, myndprýtt við nøkrum rættiliga serstøkum rútum við symbolskum týdningi.

Eingin útferð uttan eina góða máltíð, og hana fingu vit sjálvandi á Hotel Norð, har "Akki", pápi eigaran, segði frá sínum góðu og tryggu barnadøgum á Viðareiði. Vit eiga nógv áhugaverd frásøgufólk.

Aftur við góða døgurðanum varð sungið; Martha Mýri hevði gjørt eitt sanghefti til høvið, og Heini Ziska Dahl syrgdi fyri tónleikinum.

Vaktarfólkið eigur stóra tøkk uppiborna fyri eitt sera gott summar.

Maria Olsen, kirkjuráðsforkvinna og samskipari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder