
Spennandi ráðstevna verður á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um leiklutin, sum universitet hava og eiga at hava í smátjóðum sum okkara.
Hvønn leiklut hevur eitt universitet í einum lítlum samfelagi sum okkara? Hvussu ávirkar tað menningina av landinum, og hvussu kann tað menna sína drívmegi, tá tað ræður um at varðveita mál og mentan, minka um fráflyting og økja um tilflyting, ella skapa nýggja vitan og virði til samfelagið?
Tann 2. og 3. juni verður ráðstevna hildin á Fróðskaparsetri Føroya undir heitinum NUSCT History Conference 2025, og evnið á skránni er nettupp leikluturin hjá universitetum í smásamfeløgum.
NUSCT (Network for University Cooperation in Small Countries and Territories) er eitt gevandi altjóða samstarv millum universitet í smátjóðum, har Fróðskaparsetur Føroya tekur lut. Endamálið er at læra av royndunum hvør hjá øðrum, menna gransking og styrkja um leiklutin, sum universitet hava í samfeløgum við avmarkaðum fólkatali.
Í lítlum samfeløgum hava universitet mangan ein serligan leiklut, sum ikki í sama mun er galdandi í størri londum, har fleiri lærdir háskúlar eru. Universitetið í lítla landinum verður sett á stovn fyri at lyfta samfelagið fram á nýggjar leiðir við at menna førleikar, skapa vitan og tryggja, at mál og mentan liva víðari. Samstundis er tað eisini við til at loysa ítøkiligar samfelagsligar trupulleikar og hevur mangan tætt samband við politiskar stovnar og tey, sum taka avgerðir.
Á ráðstevnuni, sum er fyri øll, sum hava áhuga fyri evninum, varpa vit ljós á:
- Fólkaræði og vitan: Hvat kann universitetið gera til frama fyri fólkaræði og politiska menning?
- Ráðfestingar og gransking: Hvat verður granskað í og hví?
- Flyting og kynsbýti: Hvussu ávirkar universitetið demografisku gongdina?
- Samleiki og mentan: Hvørja mentan bera vit við okkum gjøgnum útbúgving og vitan?
- Samfelagsbroytingar: Hvussu kunnu universitet vera við til at broyta samfelagið?
Á ráðstevnuni verða granskarar, undirvísarar, politikarar og fakfólk úr Føroyum og øðrum smásamfeløgum, og høvuðsrøðari verður Guðni Thorlacius Jóhannesson, søgurfrøðingur og fyrrverandi forseti Íslands.
Lesið meira um skránna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald