Uttanlands

USA: Nýggj revsitiltøk móti fyritøkum og einstaklingum, sum stuðla Russlandi

Revsitiltøkini raka m.a. kinesiskar fyritøkur, sum sambært USA hava hjálpt Russlandi at snúgva sær undan revsitiltøkum hjá vesturheiminum

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken (Mynd: EPA)

2024-08-24 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur sett í gildi revsitiltøk móti fleiri enn 400 fyritøkum og einstaklingum, sum stuðla Russlandi í krígnum í Ukraina.

Tað upplýsir amerikanska uttanríkismálaráðið sambært tíðindastovuni Reuters.

Millum tey, sum eru rakt av revsitiltøkunum, er m.a. kinesiskar fyritøkur, sum sambært USA hevur hjálpt Russland at snúgva sær undan revsitiltøkum hjá vesturheiminum og styrkja herin.

Revsitiltøkini raka eisini tvørtjóða netverk, sum lata lóður og annað til Russland, upplýsir amerikanska uttanríkismálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder