Uttanlands

USA umhugsar at banna TikTok

Amerikanski uttanríkisráðharrin Mike Pompeo sigur at USA “hyggur at”, um TikTok skal bannast í USA

Mike Pompe uttanríkisráðharri. (Savnsmynd: EPA)

Mike Pompe uttanríkisráðharri. (Savnsmynd: EPA)

2020-07-07 13:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

USA umhugsar at banna fleir kinesiskar sosialar miðlar, harímillum TikTok. Amerikanski uttanríkisráðharrin Mike Pompeo sigur at USA “hyggur at”, um TikTok skal bannast í USA, skrivar CNN.

Í eini samrøðu segði Mike Pompeo at, ”um tú tekur appina niður, tekur tú undir við, at kinesiski kommunistaflokkurin fær atgongd til tínar privatu upplýsingar”.

Útsøgnin hjá Pompeo kemur í eini tíð, har tað er øktur spenningur millum USA og Kina.

Kinesiska TikTok hevur annars ein amerikanskan forstjóra og fleiri hundrað starvsfólk og týðandi leiðarar í USA, sigur TikTok í eini fráboðan eftir útsøgnina hjá Pompeo. Harafturat sigur TikTok, at hægsta raðfesting er trygdin hjá kundunum, og at fyritøkan aldrin fer at veita upplýsingar til kinesisku stjórnina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder