Goma liggur 350 kilometrar sunnanfyri staðið, har eitt stórt útbrot av ebola var í fjør, og nú er ein prestur í býnum, ið hevur áleið eina millión av íbúgvum, vorðin smittaður. Hetta hendi, tá hann var í býnum Butembo, sum liggur 200 kilometer norðanfyri Goma, og sjúklingurin verður nú fluttur aftur til Butembo fyri at verða viðgjørdur. Hetta skrivar AP tíðindastovan. Tað er ikki greitt, hvussu leingi tann smittaði hevur verið í Goma, og um hann hevur verið í sambandi við onnur fólk.
Ebola-virusi smittar ígjøgnum kropsveskur, og hevur ótespilig sjúkueykenni og í fleiri førum deyða við sær. Lokalir mynduleikar royna nú at fáa tamarhald á støðuni, men hóast tey í Goma hava fyrireika seg í eitt ár uppá, at smittan møguliga fer at koma, so er tað trupult. Tað búgva útvið 92 milliónir í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo, ið liggur mitt í Afrika.
Millum 2013 og 2016 var ein ebolafarsótt í vestaraparti av Afrika, har fleiri enn 11.300 fólk doyði
Kelda: DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald