Tað er vanliga lang bíðirøð tá nýggj útgáva av Einar’s whisky kemur út. Dagurin í dag var einki undantak.
Serútgávan av Einar’s whisky varð í Rúsunum kring landið frá klokkan 10, og í Havn var gravgangur eftir at fáa fatur á serligu dropunum.
Hesaferð vóru bara 575 fløskur seldar, og í Rúsuni í Havn gekk tað ikki meira enn ein minuttur, so var útselt.
Sum skilst hevði fyrsti kundin í bíðirøðini staðið síðani klokkan 7. Klokkan hálvgun níggju er myndin omanfyri tikin, og nógv fólk legðist afturat seinni.
Tíverri vóru fleiri, sum máttu avstað aftur ongul í reyv.
Sjey útgávur eru higartil komnar út av Einar's whisky. Sætta útgávan av Einar's whisky kom út beint fyri jól.
Einar's whisky Special edition
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald