Innanlands

Uttanríkis- og vinnumálaráðið gjørt semjuskjal við Setrið

Samtarvast skal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarv.

Poul Michelsen, landstýrismaður og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetur Føroya

Poul Michelsen, landstýrismaður og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetur Føroya

2019-07-12 09:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivaðu í gjár undir semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarv. Tað ber í sær, at Føroyar í størri mun fara at brúka vitan og førleikar í samstarvi við menningarlond.

Átøkini eru við til at røkja fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning, tí samstarvsøkini taka støði í heimsmálunum 1, 2, 3, 4 og 5 og 14. Serligur dentur verður lagdur á fjórða heimsmálið, sum er at tryggja øllum inkluderandi og rættvísa dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.

Menningarsamstarvið skal virka fyri útbúgving, gransking, vitanardeiling og átøkum, ið skulu breiða út vísindaliga vitan og serkunnleika í menningarlondum og smáoyggjaríkum.

- Útbúgving er ein av týdningarmestu fortreytunum fyri at basa fátækradømi og tryggja mannarættindi og javnstøðu, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- At vit í Føroyum fara út í heim at læra frá okkum verður vónandi áhaldandi til gagns fyri menningarlondini, samstundis sum vit fáa størri innlit í, hvussu menningarlond skipa síni viðurskifti, sigur hann.

Eisini Sigurð í Jákupsstovu væntar, at Fróðskaparsetrið fær nógv burturúr menningarsamstarvinum.

- Vitanardeilding og altjóða granskingarsamstarv gongur báðar vegir, og eg ivist ikki í, at hetta verður eitt virðismikið íkast hjá okkum, sigur hann.

Grundleggjandi útbúgving er ein mannarættur. Av somu orsøk raðfesta Føroyar útbúgving í altjóða menningarsamstarvi ovarliga.

Heimsmálini, sum semjuskjalið tekur støði í:

  1. Mál. Gera enda á fátækradømi í øllum sínum líki allastaðni.
  2. Mál. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði
  3. Mál. Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.
  4. Mál. Tryggja inkluderandi og javnbjóðis dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.
  5. Mál. Fáa í lag javnstøðu millum kynini og virka fyri, at konufólk og gentur fáa meira mátt og myndugleika.
  6. Mál. Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

 
Uttanríkis- og vinnumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder