Innanlands

Vatnverkið á Argjum løggildað

Enn eitt vatnverk í Tórshavnar kommunu hevur nú fingið løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

(Hjørdis Haraldsdóttir Jensen frá HFS, Marius Müller tekniskur stjóri og Viggo Christiansen stovnsleiðari - Mynd: torshavn.fo)

(Hjørdis Haraldsdóttir Jensen frá HFS, Marius Müller tekniskur stjóri og Viggo Christiansen stovnsleiðari - Mynd: torshavn.fo)

2019-07-12 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at vatnverkið á Argjum er fjórða vatnverkið í kommununi, ið fær løggilding. Áður hava vatnverkini á Velbastað, í Kaldbak og í Villingadali finigið løggilding, og í gjár boðaði kommunan frá, at nú er tað á Argjum eisini komið uppá pláss.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar Kommuna)

Miðað verður nú ímóti at fáa øll vatnverkini løggilda innan rímuliga tíð. Sambært kommununi er talan um sera tíðarkrevjandi arbeiði, tí tíggju vatnverk eru eftir - í Tórshavnar kommunu eru 14 vatnverk.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar Kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder