Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur sagt, at hann ikki væntar, at fer at klára at halda jól saman, og nýval verður skrivað út áðrenn.
Men soleiðis verður tað ikki, um tú spyrt Jóannes Eidesgaard, Georg L. Petersen og Heðin Zachariassen, sum viðmerktu politisku støðuna í Radaranum í útvarpinum seinnapartin.
- Tað er eingin av flokkunum, sum sita í samgonguni sum fær nakran fyrimun av at tað verður eitt val nú, men har liggja nakrar bumbur á vegnum, sigur Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, sum væntar at samgongan yvirlivur til jólar.
- Ein minnilutastjórn kann sita so leingi, sum hon ikki fær ein meirluta í móti sær. Og um tann meirilutin ikki kann mobiliserast - og eg dugi ikki at síggja at mobiliserar seg beint nú - so er tað bara upp til løgmann um hann vil halda jól saman við samgonguni ella hann vil útskriva nýval, segði Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður.
- Hetta sum Framsókn hevur gjørt (at leggja uppskot um kvotaskipan fram uttan um samgonguna, red.) , er ein stór avgerð at taka. Loysir man tað, so koyrir samgongan eina tíð afturat, segði Heðin Zachariassen, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður, í Radaranum.
Les eisini: - Eingin vil siga nakað um, um Framsókn fer at taka uppskotið um at útseta kvotuskipanina í eitt ár aftur
Les eisini: - Hevur man ikki álit á landsstýrismanninum eru mannagongdir fyri tí
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald