Innanlands

Vita ikki hvør dálkaði vegirnar

Sløkkiliðið mátti boðsendast at spula dálkaðu vegirnar í gjár.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-03 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðslan í vesturbýnum í Havn varð nakað tarnað tíðliga í gjárkvøldið orsaka av umfatandi oljudálking víða um í býarpartinum.

Les eisini: Olja á vegnum í Havn

Sløkkiliðið varð boðsent at spula vegirnar, sum gjørdust ógvuliga hálir av oljuni.

Løgreglan hevur kannað málið, men hevur enn ikki funnið útav hvaðani oljan stavaði, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder