Innanlands

Vón fyri stavn fyri føroyska bátinum

Góð hugskot trutu ikki, tá tiltakið um føroyska bátin – bátasmíð, siðir og brúk, varð sett á Tjóðsavninum hóskvøldið 17. november

2022-11-18 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tiltakið var fyriskipað í sambandi við, at føroyski báturin er komin á UNESCO-listan yvir siðaarv hjá mannaættini.

Verður gongd sett á eitt miðvíst arbeiði, har feløg, einstaklingar, land og kommunur á hvør sínum øki gera sítt til at skapa føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði livilíkindi, so átti tað at borið til at ment brúkið av føroyska bátinum, og harvið føroyskum bátasmíði, so at hesin vakri bátur, hetta mætasta listaverk, ið føroyingurin hevur skapað, ikki hvørvur heilt úr myndini í bátahyljunum kring landið.

Millum góðu hugskotini, ið komu frá fullsetta salinum, vóru:

  • at skipa bátaumhvørvi, har bátaeigarar og onnur hava møguleika at hittast og vera saman um føroyska bátin.
  • kommunur skipa fyri umstøðum at umvæla bátar
  • føroyskir bátar fáa frammíhjárætt til bátapláss.
  • fuglaveiðilógin kann verða broytt, so at tað til ávísa veiðu bert er loyvt at veiða frá føroyskum báti.
  • bátasmiðjur kunnu verða stuðlaðar, so at møguleiki verður at seta lærlingar við 
  • ferðavinna, søvn og bátasmiðjur kunnu verða samskipað fyri at fáa sum mest burturúr.

Nógv onnur góð hugskot komu fram á tiltakinum, og Tjóðsavnið fer nú at savna øll tey góðu hugskotini, so ein ætlan kann leggjast fyri, hvørjar skipanir og tiltøk kunnu verða sett í verk fyri at menna brúkið av føroyska bátinum, so at føroyskum bátasmíði kann verða lív lagað.

Fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni. Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum bjóðaði vælkomin. Armgarð Weihe, aðalskrivari í føroysku UNESCO-nevndini setti tiltakið og greiddi frá tilgongdini at fáa føroyska bátin á UNESCO listan.

Hanus Jensen greiddi frá sínum lívi sum bátasmiður. Hann er uppvaksin í Skúgvi og lærdi til bátasmið hjá Hjalmar Hátún. Í 1994 flutti hann til Danmarkar, har hann í nógv ár hevur smíðað bátar og víkingaskip á Vikingeskibsmuseet í Roskilde og aðrastaðni. Tað var sera áhugavert at hoyra Hanus greiða frá tí serstaka í føroyskum bátasmíði í mun til aðrar súðubygdar bátar í Danmark, Noregi og aðrastaðni og skyldskapin millum føroyska bátin og víkingaskipini.

Tóta Árnadóttir helt ein áhugaverdan fyrilestur um avbjóðingarnar við UNESCO-listunum. Tóta greiddi frá hugtøkunum í UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi og vísti á avbjóðingarnar, ið standast av at siðaarvur verður læstur fastur í eini tíðarmynd, heldur enn at siðaarvurin er livandi og broytiligur.

Samson Højgaard frá Boat.fo, Maybritt við Strond frá bátafelagnum Knørri og Jógvan Henriksson, lærari í Sankta Frants skúla, greiddu frá, hvussu tey brúka føroyska bátin í ávikavist ferðavinnuni, sum frítíðarítriv og í undirvísingini.

Framløgurnar vístu, hvussu fjølbroytt brúkið av føroyska bátinum er, og at føroyski báturin hevur dygdir, ið hava heilt serstakar upplivingar við sær. Eitt serligt eyðkenni við føroyska bátinum er nærleikin við náttúruna.

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, endaði kvøldið við at vísa á, at føroyski báturin er við at hvørva úr bátahyljunum kring landið, og hann setti síðan gongd á hugarok um, hvat kann gerast fyri at venda gongdini.

Stúgvandi fult var av fólki til tiltakið á Tjóðsavninum, so eingin ivi er um, at áhugin er stórur fyri føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði.

Tað var Tjóðsavnið saman við Fróðskaparsetri Føroya og føroysku UNESCO-nevndini, ið skipaði fyri tiltakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder