Hósdagin andaðist bretska drotningin, Elizabeth II, og sostatt er elsti sonur hennara, Charles nú kongur, og verður hann nevndur Charles III.
Men Charles III er ikki tann einasti, sum hevur fingið eitt nýtt heiti, nú landið hevur fingið nýggjan kong.
Meðan Elizabeth II sat á trónuni varð nýggi bretski kongurin nevndur prinsur av Wales, eitt heiti, sum verður givið einum bretskum krúnprinsi. Elsti sonur Charles, William prinsur og kona hansara, Kate hava higartil verið nevnd hertogi og hertogafrúa av Cambridge, men nú tey eru fremst í bretsku arvarøðini, hava tey heitini prinsur og prinsessa av Wales.
Kona Charles, Camilla er nú drotning. Hon hevur fingið enska heitið "queen consort" eftir ynski hjá Elizabeth drotning. Tað boðaði drotningin frá í februar í sambandi við, at hon kundi hátíðarhalda 70 ár á bretsku trónuni.
Camilla hevði tó ongantíð heitið prinsessa av Wales, hóast hon hevði rætt til tað. Hetta var fyri at vísa virðing fyri fyrrverandi konu Charles, Dianu, sum enn verður sett í samband við heitið. Í staðin hevði Camilla heitið hertogafrú av Cornwall.
Sambært BBC er Charles III tann fyrsti bretski kongurin við navninum Charles síðan 1685. Charles kongur var prinsur av Wales í yvir 64 ár, ið er tað longsta, nakar hevur borið heitið.
Les eisini: Charles formliga tikin í eið sum kongur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald