Uttanlands

Yvir 130.000 deyð við korona í USA

Talið av nýggjum smittutilburðum heldur áfram við at vaksa í USA, har nærum tríggjar milliónir eru smittað.

Vanliga eru sera nógv fólk á strondini, men nú er tómt á Miami Beach (Mynd: EPA)

Vanliga eru sera nógv fólk á strondini, men nú er tómt á Miami Beach (Mynd: EPA)

2020-07-07 07:25 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

USA er tað landið, ið hevur skrássett nógv flest andlát við Covid-19. Nýggjastu tølini frá John Hopkins University vísa, at talið av deyðum við smittuni nú er farið framvið 130.000, skrivar DR.

Talið av nýggjum smittutilburðumi USA heldur eisini áfram við at vaksa. Seinasta samdøgrið eru staðfestir 55.000 nýggir smittutilburðir.

Síðan byrjanini av juni mánað hevur USA merkt eina uppafturkyknan av koronasmittuina, ið hevur noytt fleiri statir, at steðga við at lata samfelagið upp aftur. Tann harðast rakti staturin í løtuni er Florida.

Samanlagt eru nærum tríggjar milliónir amerikanarar smittaðir við Covid-19.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder