Fleiri nýggj og áhugaverd frímerki vórðu givin út av Posta í dag, 26. apríl.
Høvuðsevnini á nýggju frímerkjunum eru søga og djóralív, sum verða lýst við vøkrum myndum og tekningum.
Føroyar á søguligum kortum
Kortið, sum víst verður á smáarkinum er gamalt – heilt aftur frá 1578.
Týski geografurin, Sebastian Münster, teknaði kortið við heitinum “Septentrionales regiones”, sum varð prentað í verki hansara um landafrøði, “Cosmographia”. Verkið kom út í 40 útgávum á seks ymiskum málum, og gjørdi Münster serlig kort til allar heimspartarnar. Kim Simonsen legði til rættis.
Lundin
Lundastovnurin er nógv minkaður seinastu áratíggjuni, og í 2017 setti IUCN (International Union for Conservation of Nature) lundan á reyðlistan yvir hótt fuglasløg.
Mett verður, at tað í dag eru umleið 100.000 lundapør eftir í Føroyum, og tað eru bert nøkur fá prosent samanborið við lundastovnin fyri 300 árum síðan. Veðurlagsbroytingarnar síggja út til at hava stóra ávirkan á nebbasildina, sum er høvuðsføðin hjá lundapisunum.
Myndir: Thomas Vikre og Jógvan Hansen.
Neytahald í Føroyum
Frímerkini vísa á týdningin, sum kúgvin, og harvið mjólkin, hevði í føroyska bóndasamfelagnum. Ein kanning við tølum frá 1813 vísir at 45 prosent av dagligu orkunýtsluni kom frá mjólk. Harafturat var mjólk eisini tað mest álítandi føðievni. Tað setur mjólkina og harvið kúnna í miðdepilin í upprunaliga føroyska samfelagsbúskapinum.
Heilt fram til 1970’ini høvdu nógvar føroyskar familjur kúgv í kjallaranum, og ofta sást tað á børnunum, tá kúgvin hevði kálvað og húsarhaldið aftur fekk mjólk. Ole Wich legði til rættis.
Kongavitjan í 1921
100 ár eru liðin síðan Christian 10. kongur fyrstu ferð vitjaði í Føroyum. Hendan vitjanin var í juni 1921, tá kongurin saman við Alexandrinu drotning og synunum Fríðriki krúnprinsi og Knúti prinsi við skipi fóru úr Keypmannahavn á veg til Føroya.
Í Føroyum varð nógv gjørt burturúr kongavitjanini.
Myndir: Gomul postkort
Meira kann lesast um útgávurnar á stamps.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald