Innanlands

Forfólkini vísa á samráðingarleiðara í morgin ári

Helst verður tað Aksel V. Johannesen sum fær samráðingarrættin

Jógvan á Lakjuni stillaði ikki upp til hetta løgtingsvalið, men er tingformaður til nývalda tingið er sett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan á Lakjuni stillaði ikki upp til hetta løgtingsvalið, men er tingformaður til nývalda tingið er sett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-11 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv virksemi verður á skrivstovuni hjá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, í morgin fyrrapart.

Klokkan 9 kemur Bárður á Steig Nielsen og hann fær handað fráfaringarskriv.

Eftir tað koma formenninir fyri teir valdu flokkarnir ein og ein eftir stødd og siga løgtingsformanninum frá, hvønn teir vísa á sum samráðingarleiðara. Tann, sum hevur fingið flestar atkvøður sum samráðingarleiðari, fær so formliga mandat til at royna at skipa samgongu.

Sannlíkt verður tað Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum fær samráðingarrættin at skipa samgongu.

Aksel V. Johannesen hevur um vikuskiftið sagt, at hann fyrst fer at gera eina roynd at samráðast við andstøðuna frá undanfarna valskeiði - Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin.

Ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Framsókn og Sambandsflokkin hevur eisini verið nevnd sum ein møguleiki.

Les eisini: Formansumfar verður mánamorgunin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder