
Hóskvøldið 27. mars var heimildarfilmurin "RÓIN - spælimaðurin við heimsins enda” vístur í OY í Havn.
Eini 200 fólk vóru til tiltakið, og stigtakararnir eru sera væl nøgdir við kvøldið.
Tiltakið fevndi ikki bara um filmsýning – men eisini konsert. Tí aftaná filmin settist høvuðspersónurin Róin Siggertsson við klaverið, og við sær hevði hann Arnold Ludvig á bassinum.
Myndamaðurin Rani Joensen úr Tindra fangaði alt kvøldið í myndum, sum tit kunnu síggja niðanfyri.
Heimildarfilmurin snýr seg um vestmenningin Róin Siggertsson og hansara roynd at flyta aftur til Føroya aftaná nógv ár í Danmark.
Leikstjóri er Pætur H. Evensson, og filmurin er framleiddur av Jón Hammer úr Kykmyndum.
Gorm Just hevur klipt, og Ólavur Jákupsson hevur gjørt ljóðmyndina.
Filmurin er higartil vístur í Keypmannahavn, Århus, Aalborg, Havn, Vestmanna og Nólsoy.
Tað verða fleiri sýningar komandi tíðina. Eitt nú í SALT í Suðuroy hin 26. apríl, og tvær sýningar verða í Listastovuni í Miðvági 10. mai í sambandi við tiltakið Undurfagra Mai.
Sí myndirnar frá tiltakinum í OY, sum Tindra hevur tikið, her. Myndirnar eru frá bæði áðrenn sýning, meðan og aftaná.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald