Mentan

Myndir: Róin í Oy

Heimildarfilmurin "RÓIN - spælimaðurin við heimsins enda" varð vístur í OY í Havn 27. mars. Sí myndir frá tiltakinum sum eisini fevndi um eina konsert

(Mynd: Tindra)

(Mynd: Tindra)

2025-04-18 20:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóskvøldið 27. mars var heimildarfilmurin "RÓIN - spælimaðurin við heimsins enda” vístur í OY í Havn.

Eini 200 fólk vóru til tiltakið, og stigtakararnir eru sera væl nøgdir við kvøldið.

Tiltakið fevndi ikki bara um filmsýning – men eisini konsert. Tí aftaná filmin settist høvuðspersónurin Róin Siggertsson við klaverið, og við sær hevði hann Arnold Ludvig á bassinum.

Myndamaðurin Rani Joensen úr Tindra fangaði alt kvøldið í myndum, sum tit kunnu síggja niðanfyri.

Heimildarfilmurin snýr seg um vestmenningin Róin Siggertsson og hansara roynd at flyta aftur til Føroya aftaná nógv ár í Danmark.

Leikstjóri er Pætur H. Evensson, og filmurin er framleiddur av Jón Hammer úr Kykmyndum. 

Gorm Just hevur klipt, og Ólavur Jákupsson hevur gjørt ljóðmyndina.

Filmurin er higartil vístur í Keypmannahavn, Århus, Aalborg, Havn, Vestmanna og Nólsoy. 

Tað verða fleiri sýningar komandi tíðina. Eitt nú í SALT í Suðuroy hin 26. apríl, og tvær sýningar verða í Listastovuni í Miðvági 10. mai í sambandi við tiltakið Undurfagra Mai.

Sí myndirnar frá tiltakinum í OY, sum Tindra hevur tikið, her. Myndirnar eru frá bæði áðrenn sýning, meðan og aftaná.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder