2020-12-15 10:08

Ein sermerktur bygningur, sum seinastu árini ikki hevur verið nakað prýði fyri Vestmanna bygd, verður nú rivin niður.
Í morgun varð farið undir at ríva turkihúsið niður. Turkihúsið er stóri guli bygningurin undir Bakkavegi, nakað innan fyri nýggja bátahylin.
Vestmanna kommuna hevur ætlanir um at brúka stykkið til antin íbúðabygging, gistingarhús ella handilsvirksemi.
Les eisini: Turkihúsið skal burtur og íbúðir ella gistingarhús ístaðin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald