Innanlands

Halda at løgtingið eigur at bíða

Omanfyri 5000 brúkarar svaraðu, og heili 86 prosent halda, at løgtingið eigur at bíða við at taka avgerðir um Suðuroyartunnilin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-04-30 06:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

86 prosent.

So nógv svara "Ja" til um løgtingið eigur at bíða við at taka avgerðir um Suðuroyartunnilin, til vissa er fingin fyri fígging, og nágreiniligar jarðfrøðisligar kanningar eru gjørdar.

Portalurin spurdi sínar brúkrar um hetta í gjár og 5.535 svaraðu.

11 prosent svara nei, og trý prosent siga seg ikki vita.

[object Object]

Málið kemur annars fyri aðru viðgerð í løgtinginum í dag, og ætlanin er at fáa tað avgreitt áðrenn tingið fer í summarfrí fríggjadagin.

Álit kom frá fíggjarnevndini nakrar fáa minuttir í midnátt í mánakvøldið.

Sí eisini: Stórur dagur í løgtinginum

Sí eisini: Meiriluti fyri linjuføringini til Djúpadals

Ein meiriluti í fíggjarnevndini við Eyðgunn Samuelsen og Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum, Dennis Holm úr Tjóðveldi, Honnu Jensen úr Framsókn, Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, mælir til at fara víðari við arbeiðinum.

Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum hevur sínar egnu viðmerkingar og broytingaruppskot til løgtingsmálið, sum gongur út upp á heldur at bora tunnilin frá Múlanum norðan fyri Sandsbygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder