Tíðliga seinnapartin í dag fór bjargingarbáturin Sverri eftir níggju kajakkrógvarum, sum lógu á sandinum á Víkum. Teir sluppu ikki út aftur sjálvir, tí tað var ókyrt, og tí varð Sverri boðsendur.
Sambært VP, var talan um níggju ísraelskar rógvarar, sum eisini máttu bjargast norðanfyri 3. juli.
Ein av rógvarunum hevði brúk fyri læknahjálp, so tí tók Sverri fyrst hann umborð og sigldi til Oyragjáar við honum, har sjúkrabilur stóð og bíðaði at koyra hann til Havnar.
Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at talan ikki var um nakað álvarsamt, men at hann bert hevði tørv á at koma til læknan, og tí varð hann koyrdur til Havnar.
Síðani fór Sverri eftir hinum átta rógvarunum, og um fýra tíðina vóru teir allir komnir á Miðvág í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald