Í gjár var annar og seinasti dagur av tónleikakappingini Stella Polaris, har aldursbólkurin 18-24 ár framførdi í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Dómsnevndin, ið var mannað av Magnus Johannessen, Mariu Guttesen, Høgna Lisberg, Benjamin Petersen og Guðrun Sólju Jacobsen, høvdu ta tørføru uppgávu at kjósa bestu luttakararnar.
Avgjørt var at geva triðju virðisløn til TeleMama, onnur virðisløn varð handað Ayphin, og vinnarin gjørdist bólkurin SWAY.
Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina.
Sí eisini: Stella Polaris: Ikki nøkur løtt uppgáva at kjósa vinnarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald