Innanlands

WeTravel lat ongan rokniskap inn í fjør

Vágaportalurin skrivar, at longu eftir roknskaparárið í 2017, hevði ferðaskrivstovan WeTravel mist allan eginpeningin.

2019-08-01 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2017 var úrslitið hjá WeTravel 180.000 krónur í undirskoti. Sambært vp.fo  var innskotspeningurin bara 50.000 krónur, og harvið var eginpeningurin minus 130.000 krónur, tá farið var undir árið í fjør.

Harvið var lítið og einki fíggjarligt rásarúm hjá ferðaskrivstovuni, sum nú er farin á húsagang. Millum annað vórðu ongar lønir yvirhøvur goldnar út roknskaparárið 2017, og felagið átti bara 4.000 krónur á bók, tá árið var liðugt. Ongin roknskapur hjá We Travel fyri 2018 er latin inn.

WeTravel boðaði týskvøldið frá, at felagið gavst við virkseminum, hetta hóast tvær innspræningar uppá 600.000 hvør, 1,2 millióni samanlagt, seinastu tíðina. Ferðaskrivstovan hevur havt virksemi síðani 2015, og víðkaði tað eisini í ár við at m.a. gera sertúrar, og har ætlanin eisini var at fáa fleiri fólk í starv enn tvey.  

Les eisini: 
Wetravel víðkar um virksemið

Hetta hevur tó ikki hjálpt, og nú eru fleiri dømi um, at fólk eru komin í trupulleikar, tí tey hava bílagt ígjøgnum túrar ígjøgnum WeTravel. Millum annað ein skúlaflokkur á tøknibreytini í Klaksvík, ið stendur til at missa áleið 250.000 krónir, ið vórðu samlaðar inn til eina námsferð til Kroatia, 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder