Umframt tey seks fólkini, sum lótu lív í tokvanlukkuni á Stórabelti í Danmark í morgun, hava 16 fólk fingið skaða.
14 av hesum hava fingið lítlar skaðar, meðan 2 hava fingið eitt sindur størri skaða. Eingin teirra eru í lívsvanda, sigur Søren Jespersen frá Odense Universitetshospital, har fólkini vórðu flutt.
Vanlukkan hendi í morgun klokkan 07.30 lokala tíð. Løgreglan veit enn ikki at siga júst hvussu vanlukkan hendi, men heldur, at talan er um góðs av takinum á einum góðstokið sum datt av, og at ferðafólkatokið koyrdi á góðsið, skrivar DR.
131 ferðafólk og trý starvsfólk vóru umborð á tokinum.
Les eisini:
- Fleiri fólk fingið skaða í toki á Stórabelti
- Fleiri deyð í tokvanlukkuni á Stórabelti
- Tað ljóðaði eitt buldur og øll vindeyguni fóru í smildur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald