Um tveir mánaðir er lagnudagurin upprunin fyri bretar. Tá fer Bretland úr ES. Tað hevur verið greitt síðani í juni 2016, tá ein sera lítil meiriluti avgjørdi, at Bretland ikki longur skal vera í evropsku samgonguni.
Tað hevur ikki verið nøkur einføld tilgongd, og tað sær út til at fara at gerast ljótt heilt til endans. Men Boris Johnson tvíheldur, at farið verður úr ES 31. oktober, hóast eingin avtala er fingin í lag við ES um framhaldandi viðurskiftini; hetta vil hann gera alt fyri at tryggja fer fer uttan órógv
Les eisini: Hvøss mótmæli móti ætlanunum um at steðga tingarbeiðnum
Meðan nógv í Bretlandi eru sera ónøgd við ætlaninina hjá Johnson, roynir uttanríkisráðið at tryggja sær, at umráðandi avtalur koma í lag við fleiri stór lond - hetta fyri at tálmað neiligu ávirkanina, sum Brexit sambært serfrøðingum kann fáa ógvuliga álvarsamar avleiðingar.
- Brexit kann gera enda á Stórabretland
Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, hevur roynt sítt at fáa eina ógvuliga týðandi avtalu við USA í lag, og hettta er Donald Trump við uppá . Til G7-toppfundin farna vikuskifti rósti hann Boris Johnson og lovaði forsætisráðharranum eina stóra og góða avtaldu við USA.
Í dag gjørdist greitt, at Bretland og Suðurkorea hava skrivað undir eina fríhandilsavtalu. Ritzau skrivar, at hon kemur í gildi, tá Bretland fer úr ES 31. Avtalan skal royna at viðlíkahalda handilsviðurskiftini ímillum londini. Ein talsmaður fyri bretska uttanríkisráðið sigur, at avtalan er lík henni, ið Suðurkorea hevur við ES, og at hon hevur eitt virði uppá 726 milliardir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald