Innanlands

Livar skal gøðast uppaftur

Fyrstu dagarnir í familjusóttarhaldi eru farnir við at eta góðan mat – kroppurin er móður eftir 53 samdøgur á sjónum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-12 19:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin, dýra biðidag, kom Livar Nysted aftur til familjuna í Hvannasundi eftir ein rógvitúr tvørtur um Atlantshav, ið gjørdist eitt sindur longri enn hann hevði ætlað, tá hann fór avstað.

Ætlanin hjá niðurlendska skiparanum og eigaranum av bátinum ”Rose”, var at seta meira enn eitt nýtt heimsmet, men so gjørdist ikki. Ein stórur svangur hávur, sum trúði at róðrið á Rose var etandi, forðaði fyri hesum.

- Mann er móður eftir ein slíkan túr. Ordiliga móður. Eg orki lítið í løtuni. Eg siti fyri tað mesta og hyggi sjónvarp, og so fái eg gott at eta. Tað er neyðugt at fáa eitt sindur upp á kroppin aftur, eftir at eg havi mist eini 12-15 kilo. Og buksurnar, konan keypti til mín í gjár, vóru ov stórar, hóast tær vóru tvey nummur minni enn eg plagdi at brúka.

Í sóttarhaldi
Síðani Livar kom aftur hevur hann sitið í sóttarhaldi heima í Hvannasundi. Hevur ikki verið av matriklinum – (”ja, OK, eg var ein biltúr í gjár, men fór ongantíð úr bilinum”) – og vitjanir av og til familju og vinir mugu bíða, eisini at heilsa upp á mammuna, sum situr á røktarheimi, til sóttarhaldstíðin er av.

Tað tók honum tríggjar dagar at koma heim úr Cayenne, høvuðsstaðnum í Franska Gujana, og til Føroyar. Og tá mátti hann bíða tvey samdøgur í Keypmannahavn, tí hann var akkurát ov seinur at náa Atlantsflog mikudagin, og mátti tí bíða tveir dagar.

Misti passið
Sambandið millum Cayenne og Evropa er rímiliga gott, og Livar fekk eitt flogfar til Paris, síðan til Keypmannahavnar umvegis Stockholm.

Stóri trupulleikin hjá honum var, at hann misti passið burtur.

- Skiparin hevði passini hjá okkum øllum í eini tasku umborð – sokallaða ”grab bag” – og hevði tey eisini við á ”immigration office” tá vit komu til Franska Gujana. Men tá vit skuldu bíleggja flogferðaseðlarnar, var mítt pass burturblivið, og var ikki at finna.

Konsulin í Føroyum hjálpti
- So at seta seg í samband við myndugleikar og uttanríkisráð. Ongin donsk sendistova er í Franska Gujana, bara ein danskur konsul, sum ikki var so lættur at samskifta við, tí hann dugdi bara franskt.

- Men tá eg setti meg í samband við Honnu Jensen, franska konsulin í Føroyum, bar betri til. Hon ringdi til konsulin í Gujana, og tá tey høvdu tosað saman, bar betri til, og hann fekk fiksað tað soleiðis, at eg kundi fáa eitt fyribils pass, tíbetur, greiðir Livar frá.

Sostatt gjørdist fráferðin úr Suðuramerika móti Evropa eitt sindur seinkað.

Hendingaríkur og svangligur túrur
Um túrin tvørtur um Atlantshav hesaferð sigur Livar, at hann ikki var so stuttligur, meðan tað stóð uppá, tí teir møttu nógvum forðingum og avbjóðingum. Men aftaná má hann sigast at hava verið góður, tí hann var so hendingaríkur.

- Vit upplivdu ógvusligt veður – regn, sum eg ikki havi upplivað fyrr – og so var tað eisini ein stór avbjóðing at missa róðrið, og vit skuldu finna alternativar loysnir. Eisini at missa vatngeraran. Og so sjálvandi, at maturin gekk undan.

- Teir seinastu nógvu dagarnar á túrinum vóru vit svangir konstant. Tað er ein undarlig og ókend kensla. Sjálvandi hevur ein roynt at verið svangur fyrr, men so hevur man kunna fingið sær okkurt ella keypt sær okkurt. Her var onki at eta.

- Tíbetur var ríkidømi í sjónum. Flúgvifiskarnir komu onkuntíð umborð uttan at vit gjørdu nakra roynd at veiða teir. Men nei, har var ikki nógvur matur, og eitt stríð at reinsa.

Heim til feskt kjøt
- Hinvegin var tað ein ótrúliga góð kensla at uppliva, at húkurin, sum eg hevði evnað til úr eini stift – eini splittu – sum eg fann í einum amboðskassa, og festi í ein tveinstubba, kundi brúkast at fiska bæði tunfisk og dorado.

- Ráur tunfiskur er als ikki so galin, tá man er ordiliga svangur, viðgongur Livar Nysted, sum tó ikki hevur ætlanir um at fara á sushi-matstovu fyri at uppliva tann smakkin aftur.

Hvat longdist tær mest eftir at fáa at eta, tá tú komst heim?

- Fekst kjøt. Vit hava fyri tað mesta etið turrføði umborð. Altso slíkt, tú rørir upp í vatn og hitar upp. At súpa slíkan mat í vikuvís blívur ræðuliga keðiligt.

- Tá eg kom heim vildi eg hava fekst kjøt, so eg kundi sleppa at tyggja ordiligan mat aftur, sigur Livar Nysted.

Lesið meira um túrin við Rose her:

3.mars: Livar setist við árarnar tvørtur um Atlantshav 

5. mars: Livar rør suður móti Afrika 

12. mars: Fara inn í Lanzarote at kanna løðaran 

13. mars: Kósin sett móti Grønhøvdaoyggjum 

26. mars: Livar og róðrarfelagar sleppa ikki í land á Capo Verde

27. mars: Livar og rógvararnir í álvarsligum trupulleikum 

28. mars: Drama í Cap Verde – Livar og hinir rógvararnir loksins leysir

12. apríl: Hávaálop hevur oyðilagt allar vónir um met 

16. apríl: Livar og teir hava lagt árarnar inn 

19. apríl: Livar fangaði dorado fisk við heimagjørdum húki 

26. apríl: Livar og teir komnir á mál 

27. apríl: Komu í land til ein heilt annan gerandisdag 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder